Royn í føroyskum

Góðu tit!

Her eru uppgávurnar, ið vit hava arbeitt við í samband við tey ymisku evnini, tit hava á pensumlistanum. Tit skula sjálvandi ikki arbeiða meira við teimum, so sum vit hava gjørt. Uppgávurnar eru meira ætlaðar sum ein hjálp til, hvat tit kunnu tosa um, alt eftir hvørjum teksti tit koma upp í.

Eg geri spurningar burtur úr hesum tekstunum. Um tit hava tørv á at raðfesta tíðina fram til royndina, leggi tykkum so heldur eftir at lesa tekstirnir væl. Regin og Sára hava tit gjørt so framúr góðar greiningar av, so tað er nokk at lesa tað skjótt ígjøgnum. Tit verða ikki biðin um at greiða frá allari bókini, heldur spurd eitt sindur inn til um handling og kanska onkran ávísan persón o.s.f.

Vinarliga

Kárun  

English

English

Tíðirnar til framløgu av verkætlan

28.03.2015  MYNDLIST

Uppskot til tilfar at brúka til mynd kann vera;

- litfagurt pappír av ymiskum slag, reklamir, myndir, thepappír,  o.a.

- vesipappírrullir ;)

- knappar, perlur o.a.

- blómur, gras, kvistar, lítlar steinar o.a. 

- litfagrar plastikposar, kaffiposar o.a.

tilber at lita tað tit ynskja at líma á myndina, men tað er ikki ætlanin at tit mála beinleiðis á myndina.

Danskt: Novelleanalyse til onsd. 3. mai