Ljosbróting og afturkasting
Brúka hetta simuleringsprogrammi til at loysa uppgávurnar í uppgávubókini. Trýst á leinki niðanfyri.
https://phet.colorado.edu/sims/html/bending-light/latest/bending-light_da.html
Ljosbróting og afturkasting
Brúka hetta simuleringsprogrammi til at loysa uppgávurnar í uppgávubókini. Trýst á leinki niðanfyri.
https://phet.colorado.edu/sims/html/bending-light/latest/bending-light_da.html
Lesið s. 102-115 "Havið og lofthavið"
Møtast kl. 10.30 á Teams, har vit fara at tosa um evnið og gera onkrar uppgávu í hesum sambandi.
Lesið kap. 13, s. 116-123; "Ísur, vatn og vatndampur".
Nýggja tillagaða tímatalvan sigur at tit hava Alis/Evnafrøði ólíka vikur og eftirsum hendan vikan er vika 19, so hava tit alis/evnafrøði hesa vikuna. Í næstu viku (vika 20) hava tit so landafrøði ístaðin fyri.
Tit skulu hava lisið kap. 13 og vera fyrireikaði uppá at fáa eina uppgávu í hesum sambandi. Eisini avtalaðu vit á Teams-fundinum síðsta fríggjadag, at tit skulu gera eitt videobrot har tit gera royndina sum eg vísti tykkum við fløskuni og ballónini. Leiðbeiningin til royndina finna tit undir "Files" á Teams síðuni.
Harafturat so nevndi eg eina valfría eyka uppgávu har tit skulu gera somu roynd, men ístaðin fyri at royna at fáa ballónina niður í fløskuna, so gera tit somu roynd við einum hartkókaðum eggi.
Videobrotið/videobrotini skal/skulu sendast mær á hj0902x9@skulin.fo.
Góða eydnu og gleðið meg at síggja tað tit fáa burturúr!
http://www.sheppardsoftware.com/periodictable_2_drag_drop_common.html