Telefonpolitikkur skúlans

30 sep 2018

Frá 11.11. 2015 er Sandoyar Meginskúli telefonfríur skúli.

Ásannandi at talgildu amboðini, eitt nú fartelefonir, órógva undirvísingina og sosiala lívið hjá næmingum, meðan teir eru í skúla, hevur Sandoyar Meginskúli orðað ein telefonpolitikk, sum er galdandi fyri allar næmingar skúlans.

Sambart fyrilestri hjá Gitte Klein á Sandoyar  Meginskúla 10.11.15  vísa kanningar, at bara næmingurin hevur fartelefonina í lummanum, versnar hugsavningin, og fakliga úrtøkan verður minni. Á Sandoyar Meginskúla koma  næmingar  í skúla at læra sum mest, eins og skúlin er pallurin, har sosialu evnini hjá næmingunum mennast. Børn sita sum er við talgildu amboðunum í nógvar tímar dagliga. Talgildu amboðini verða einans tikin í nýtslu, um næmingar skulu nýta tey í samband við undirvísing. Aðrar tíðir skal telefonin liggja sløkt í taskuni.

Í fríkorterunum stendur tað næmingunum frítt at spæla borðspøl, bóltspøl o.a.

Spæliliðið hevur skipað spæl hvønn hósdag.

Hevur næmingurin tørv á at ringja, kann hann læna telefonina á lærarastovuni.

Verður telefonin tikin úr taskuni uttan loyvi í skúlatíðini, tekur lærarin telefonina frá næminginum og leggur hana  á skrivstovuna hjá leiðsluni. Foreldrini kunnu heinta telefonina, tá næmingurin hevur fingið frí.

Henda avgerð er tikin við støði í gransking um telefonir, undirvísing og innlæring.

 

Sandoyar Meginskúli