Mario Balotelli líkaði og deildi myndina hjá Filipi á instagram

8 okt 2018

Sunnudagin 07.10.18 legði Filip Bovbjerg eina tekning, ið hann sjálvur hevur teknað, út á sín instagram-vanga av heimskenda fótbóltsspælaranum, Mario Balotelli. Í tí sambandi hava vit gjørt eina stutta samrøðu við Filip.

 

Nær legði tú til merkis, at Mario Balotelli hevði líkað myndina hjá tær?
Eg fekk boð (notifications) á instagram umleið 1 tíma aftaná, at eg legði myndina út á mín vanga.

 

Visti tú beinanveg, at tað var Balotelli?
Nei, í fyrstuni helt ikki, at tað var tann veruligi Balotelli. Men so fór eg inn á hansara vanga og sá, at hann hevði 7,7 mió. fylgjarar. Tá visti eg jú, at tað var hann.

 

Hvussu ber tað til, at tú teknar mynd av júst Balotelli?
Eg fór at dáma Balotelli, tá ið hann spældi við Manchester City, og síðani hevur hann verið ein av mínum heilt stóru fyrimyndum.

 

Nær byrjaði tú at tekna?
Eg havi altíð teknað alt møguligt á pappír, men síðani summarferiuna havi eg teknað á telefonini við Adobe Illustrator Draw.

 

Hvussu føldist tað, tá ið Balotelli sá myndina? 
Eg bleiv øgiliga, øgiliga glaður.

 

Hvussu leingi tekur tað at tekna eina mynd?
Um eg siti út í eitt, so kann tað taka umleið 2 tímar.

 

Hevur tað broytt nakað, at Balotelli hevur líkað myndina hjá tær?
Ja, tað hevur hjálpt mær nógv. Tað er stuttligt at uppliva, at ein heimskend fyrimynd viðurkennir mínar tekningar. Eg havi eisini fingið meir enn hundrað nýggjar fylgjarar, síðani hann deildi mína mynd.

 

Hvar leggur tú myndir/tekningar út á instagram?
Eg leggi tær úr á mín vanga @fb_cartoons

 

Heldur tú, at henda støðan við Balotelli og tínari tekning kann hava ávirkan á hugin til at tekna víðari?
Ja, eg havi altíð droymt um at gerast heimskendur teknari.