Næmingaráð Meginskúlans

30 jan 2020

Fyri at tryggja, at næmingarnir verða hoyrdir, so hevur skúlin – saman við næmingunum – sett saman eitt næmingaráð, ið skal syrgja fyri, at rødd næmingsins eisini verður tikin til eftirtektar.

Fólkaræðisliga gongdin í samfelagnum er nakað, ið eisini næmingar á Meginskúlanum geva sær far um. Hetta at tryggja, at teirra rættindi og áskoðanir koma til sjóndar. Lærarar og leiðsla á Meginskúlanum hava víst næmingum tað álit, at teir sleppa til orðanna, tá tað viðvíkur teirra skúlalív.

Fyri at syrgja fyri, at teir læra og kenna ágóðan av demokratinum, so er eitt næmingaráð sett á stovn. Farið varð soleiðis fram, at hvør flokkur sær hevur tvey umboð í ráðnum. Fyri at tryggja javnstøðu í ráðnum, so bleiv ein av hvørjum kyni valdur.

Næmingaráðið skipaði seg soleiðis á fundi 28.01.2020:

 

Rúna Jensen 6.fl

Martin Djurhuus Hentze 6.fl

Óli á Reynatúgvu 7.fl

Tara Falck 7.fl

Tórhild Mohr Olsen 8.fl (skrivari)

Harald Egholm 8.fl (varaformaður)

Klara Viderøe Hentze 9.fl 

Jógvan Jón Henriksen 9.fl (formaður)