Spæliliðið fingið prógv

23 mai 2019

Næmingarnir, sum hava havt Spæliliðið í hesum skúlaárinum, hava fingið handað heiðursprógv fyri teirra arbeiðið.

Vit á Sandoyar Meginskúla fegnast um røsku og ábyrgdarfullu næmingarnar og takka teimum fyri megnar arbeiðið, teir hava gjørt.

Spæliliðið eru næmingar úr 7. og 8. flokki, sum undir skipaðum umstøðum standa fyri at skipa spøl fyri øllum næmingum á skúlanum.
Eisini hava teir verið úti á barnaskúlunum í oynni og skipað fyri spæli við yngru næmingunum og harvið eisini givið íblástur til spøl, sum børnini sjálvi kunnu standa fyri.

Endamálið er at fáa næmingarnar kropsliga virknar og at skapa lív í skúlagarðinum í fríkorterunum. Dentur verður lagdur bæði á rørslu og sosialan trivnað. Næmingarnir í spæliliðnum hava verið á skeiði, har teir hava lært, hvussu teir skulu standa fyri uppgávuni á Spæliliðnum.  Ein lærari virkar sum akkersfólk, sum hjálpir næmingunum við at fyrireika spølini.

SSP/AKT lærarin á Sandoyar Meginskúla, Anna Johnleyg Hentze, er akkersfólk hjá Spæliliðnum.