Pangea støddfrøðikapping

28 mai 2019

Norðurlandahúsið var aftur í ár karmur um finaluna í Pangea støddfrøðikappingini.

Tað luttóku 2098 skúlanæmingar til kappingina í ár. Í finaluni luttóku 70 næmingar, 10 úr hvørjum árgangi frá 3.-9.flokk.

Møguleiki var hjá familju og avvarðandi at vera við til tiltakið, og onkrir lærarar løgdu eisini leiðina í Norðurlandahúsið at forvitnast.

Meðan finalan var í gongd, kundu tey avvarðandi royna seg við at rokna somu uppgávur, sum børnini í finaluni - onnur telvaðu.

Vit í Sandoyar Meginskúla hildu tað vera spennandi at lata næmingarnar luttaka í kappingini, og eydnaðist tað einum næmingi í skúlanum at røkka finaluni, og harvið vera millum 10 tey bestu í árganginum. Tað var Maia P. Falck í 7.flokki.

Ætlanin er at Pangea kappingin verður aftur í 2020, og tá luttaka vit aftur.