Felags foreldrafundur mik. 4. sept. kl 19.00

30 aug 2019

Góðu foreldur/verjar.

Næmingarnir hava fingið kunnandi skriv við heim um felags foreldrafundin, ið verður í ítróttarhøllini Inni í Dal, mikukvøldið tann 4. sept. 2019, kl. 19.00 til uml. kl. 20.15 Fundurin er fyri foreldur/verjar og næmingar.

Vit leggja út við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur eitt upplegg, har greitt verður frá virkseminum hjá forlagnum sum heild við at framleiða lesitilfar til børn og ung og um týdningin av at lesa.

Bløðini eru í stórari kapping við telduspøl, sosialar miðlar og annað talgilt og útlendskt tilfar. Tað kann tí vera trupult hjá lærarum og foreldrum at halda børnunum til at lesa tey, hóast tey flestu munnu vera samd um, at tað er viðkomandi og stuttligt hjá børnum at lesa um onnur børn í Føroyum á føroyskum.

Framløgan tekur uml. 30 min. Eftir framløguna verður ein lítil steðgur (uml 10 min.), har foreldur kunnu seta spurningar.

Kristianna Poulsen og Silja Aldudóttir greiða frá. Kristianna Poulsen er lærari við drúgvum royndum innan lesing. Hon starvast á Bókadeildini og við Bókaklubbanum á Bókamiðsøluni. Silja Aldudóttir er M.A. í føroyskum máli og bókmentum og starvast sum ritstjóri og marknaðarfólk á Bókadeildini.

BFL boðar frá, at tey taka bøkur við, ið kunnu seljast fyri serprís, um áhugi er fyri tí.

Aftaná verður farið í flokshølini í Meginskúlanum, har flokslærarin tekur ímóti.

Vinaliga møtið fjølment.

Sandoyar Meginskúli