Best røkta flokshølið skal kjósast

8 sep 2019

Frá mánadegnum 9.sept. fara vit undir at finna útav, hvør flokkur megnar at hava best røkta flokshølið fyribils fram til heystfrítíðina.

Tað er eingin loyna, at tað er sunt og gott fyri sál og sinn at hava skil á umhvørvinum.

Skúlin fer fram til heystfrítíðina at eggja øllum næmingum til at halda sína flokksstovu reina og ruddiliga.

Eisini fara vit at eggja flokkunum til at hugsa um at skilja burturkastið. 

Lærarar fara at minna næmingarnir á sína uppgávu, men sjálvandi er best um næmingarnar sjálvir av sínum eintingum ynskja at taka lut í hesum átaki.

Skúlin heitir tí á tykkum foreldur og verjar um at tosa við barn tygara og eggja tí til at gera sítt til at hetta átak fer at eydnast sum best.  

Skúlaleiðslan og lærarar fara áhaldandi at áminna næmingarnar um neyðugt. 

Vaskikonurnar fara dagliga at geva afturmelding um, hvussu stovurnar verða hildnar. 

Vinnarin/vinnararnir verða kosnir í viku 41 

Vinningarnir verða avdúkaðir seinni.