Spæliliðið byrjar aftur

29 sep 2019

Hvønn týsdag í matfríkorterinum skipar spæliliðið fyri spæli.

Hvønn hósdag í matfríkorterinum skipar spæliliðið fyri spæli.

Á spæliliðnum í ár eru Jógvan Jón úr 9. flokki og Nils og Suni Herman úr 8. flokki. Undir skipaðum umstøðum stendur spæliliðið fyri at skipa spøl fyri øllum næmingum á skúlanum.

10. september var spæliliðið á skeiði í Havn saman við AKT-læraranum, har teir hava lært, hvussu teir skulu standa fyri uppgávuni á spæliliðnum og hava fingið íblástur til ymisk nýggj spøl.

Endamálið er at fáa næmingarnar á skúlanum kropsliga virknar og at skapa lív í skúlagarðinum í fríkorterunum. Dentur verður lagdur bæði á rørslu og sosialan trivnað.

Anna Johnleyg, sum er AKT-lærari, virkar sum akkersfólk og hjálpir spæliliðnum við at fyrireika spølini.