Hugnaligt í stovu

10 okt 2019

Fyrsti dysturin um best røkta flokshølið er av. -Vit kunnu nú siga, at vit hava fingið fatur á rætta endanum.

Undanfarnu vikurnar hava flokkarnir dystast um, hvør hevur best røkta flokkshølið.

Avgjørt varð, at vinnarin skuldi kjósast í viku 41, og tað er hervið gjørt.

Tað eru vaskikonurnar og skúlastjórin, ið hava havt dagliga eftirlitið við gongdini.

Sigast skal, at næmingarnir hava verið til dystin fús og verið ómetaliga raskir at røkja flokshølini.

Dysturin hevur verið javnur líka frá fyrsta degi.

Tað er tíbetur soleiðis, í ávísum førum í lívsins viðurskiftum, at ongum nýtist at vera tapari.

Tað eru veruliga dystir, ið eru so javnir, at vit øll standa sum vinnarar, og soleiðis varð  í hesum drátti.

Allir fýra flokkarnir gjørdust vinnarar og harvið kann leiðslan á Sandoyar Meginskúla boða frá, at vit við næminganna hjálp hava lyft standardin á skúlanum eitt stig fram ímóti einum betri umhvørvi, reinari og snotiligari umhvørvi.Hetta er ein roynd at økja um trivnaðin í gerandisdegnum.

Skúlin er ikki bert ein bygningur. Skúlin verður myndaður av teimum, ið hava sína dagligu gongd og virki í bygninginum. Tí er tað av alstórum týdningi, at farið verður væl um í gerandisdegnum. 

Vinningurin var eitt gávubræv áljóðandi 400 kr til hvønn flokkin.

Flokkurin avger í samráði við flokslæraran, hvussu peningurin verður nýttur.

Vit halda fram við hesum átaki eftir heystfrítíðina fram til jóla í fyrstu syftu, tá vinnarin ella vinnararnir verða kosnir á øðrum sinni.

Vit ynskja øllum næmingunum á Sandoyar Meginskúla hjartaliga til lukku við vinninginum.