U 17 landsdystur kvinnur

22 okt 2019

FSF hevur bjóðað Sandoyar Meginskúla til U 17 kvinnulandsdyst í morgin, 23. okt 2019 og vit hava takka, ja.

Í hesum sambandi hava allir næmingarnir frí 1.tíma og møta við seinna skúlabussinum, ið er á skúlanum til annan tíma kl. 8.45.

Havið ein lítlan ryggsekk við til tað tykkum tørvar til 2.tíma.

Verið klødd eftir veðrinum og havið matpakka við til Havnatúrin (evt. 100 kr í lummapeningi, tí vit fara ein túr í SMS, áðrenn dystin)

Nógv hava spurt, um telefonir eru loyvdar við á túrinum.

Svarið er ja, telefonir eru loyvdar við á túrinum.

 

Skrá fyri dagin:

Vanlig undirvísing kl 8.45 til 9.25

Morgunsangur kl 9.25

Langt fríkorter frá 9.35 til 10.00

Bussar koyra til Skopunar kl 10.00

Við Teistanum kl. 10.30

Bussar eru eftir okkum á Gl.Rætt og koyra okkum til Havnar.

Vit fara av við SMS og eru har eina løtu. Síðan ganga vit niðan í Gundadal.

Landsdysturin byrjar kl 13.00

Bussar koyra okkum á Gomlurætt aftaná dystin og vit koma suður við Teistanum av Gl.Rætt kl. 15.50.

Vinaliga heintið børn tykkara á ferjuleguni í Skopun kl. 16.20 ella gevið teimum eitt oyra við til bussin úr Skopun til Sands og eystanbygdirnar.

 

GG! Um onkur næmingur skal vera eftir í Havn, vil undirritaða hava skrivligt boð/ loyvi, skrivað á pappír ella umvegis sms á tlf 28 32 77.

 

 

 

Vinaliga

 

Hansa M. Glerfoss,

skúlastjóri

Sandoyar Meginskúli