Tiltøk vegna corona smittuvanda

12 mar 2020

Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.

Eftir tilráðing frá skúlamyndugleikunum steðgar øll skúlagongd frá mánadegnum 16. mars og tvær vikur fram, til og við fríggjadagin 27. mars. Hetta er eisini galdandi fyri næmingarnar í starvsvenjing.

Mælt verður til at vísa størsta varsemi og at taka tey atlit, myndugeikarnir mæla til í álvara. Støðan krevur av okkum øllum, at vit eru serliga umhugsin og ábyrgdarfull komandi dagarnar.

Talan er um eina undantaksstøðu, sum fyribils er galdandi í 2 vikur. Tamarhald er enn á støðuni í Føroyum, men av tí at støðan í londunum kring okkum er hættislig, verða hesi tiltøk sett í verk fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing í Føroyum. Hvør einstakur eigur at taka ábyrgd fyri sjálvum sær og sínum nærmastu.

Ymiskt undirvísingartilfar, ið næmingarnir skulu arbeiða við hetta tíðarskeiðið verður lagt út á heimasíðu skúlans.

Um broytigar koma fyri, verður kunnað um hetta á heimasíðu skúlans www.meginskulin.fo

Ringjast kann til :

Jacqueline Benzon, skúlastjóra tlf. 272914

Sólrun H. Sørensen varaskúlastjóra tlf. 278589

Sandoyar Meginskúli