Meðan skúlin er stongdur!

23 mar 2020

Kunning er nú komin um, at skúlarnir eru stongdir fram til aftaná páskir til og við 13.04.20. Komandi vikurnar halda vit tí fram við heimaundirvísing, sum verður skipað á heimasetningunum hjá einstøku flokkunum.

Nú tá øll undirvísingin verður skipað sum heimaundirvísing, er størri  arbeiðsuppgáva sjálvandi eisini heima. Ætlan er ikki, at heimaarbeiðið skal tyngja gerandisdagin hjá tykkum óneyðugt, men tað hevur týdning at halda næmingunum til og hava eitt ávíst reglusemi í skúlaarbeiðinum, nú skúlin er stongdur.

Umframt heimasetningin er eisini ymiskt viðkomandi tilfar at finna á snar.fo. Har finna tit fjølbroytt tilfar til ymisku aldursbólkarnar og lærugreinarnar.

Vónandi koma vit skjótt og væl ígjøgnum hesar serligu dagar, so regluliga skúlagongdin kann byrja aftur.

Um broytingar verða, verður kunnað á heimasíðu skúlans.

 

Blíðar heilsanir

Sandoyar Meginskúli