Kunning 15.05.20
Stigvísa upplating av Sandoyar Meginskúla
Stigvísa upplating av Sandoyar Meginskúla.
Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.
Í sambandi við at latið verður upp aftur eru broytingar og atlit sum skúlin má taka í mun til fyribyrging av smittu við coronavirus. Hetta ber í sær at næmingarnir møta stigvíst og fáa eina tillagaða tímatalvu.
Fyri at fáa best møguligu upplating av Sandoyar Meginskúla og innskúling sambart ”Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlunum” (Útgáva 2.0) verður byrjað soleiðis:
9. fl. møtir mánadagin 18.05.20 kl. 8.00. Bussur koyrir sum vanligt til 1. tíma
8. fl. møtir týsdagin 19.05.20 kl. 8.00 Bussur koyrir sum vanligt til 1. tíma
7. fl. møtir mikudagin 20.05.20 kl. 8.45 Bussur koyrir sum vanligt til 2. tíma
6. fl. møtir mikudagin 20.05.20 kl. 8.45 Bussur koyrir sum vanligt til 2. tíma
Næmingarnir í 6. til 8. fl. hava heimaskúla eftir tillagaðari tímatalvu til møtt verður.
Tillagaðu tímatalvurnar liggja undir heimasetningi floksins, undir tímatalva. Summi fak koma fyri líka og ólíka viku.
Broytingar kunnu koma fyri, og møguliga fara fak at halda fram sum heimaskúli. Kunnað verður um hetta á heimasíðu skúlans.
Sandoyar Meginskúli verður frá mánadegnum 18.05.20 býttur uppí øki og eru steðginir forskotnir fyri at fyribyrgja smittuvanda. Sí mynd!
Flokkarnir hava atgongd til vøllin eftir serstakari tímatalvu.
Um spurningar eru, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til skúlan.
Við vón um framhaldandi gott samstarv næmingunum at gagni.
Blíðar heilsanir
Jacqueline Benzon
Sandoyar Meginskúli