William Sørensen vann fyrstu Meginskúla Fantasy League!

7 sep 2020

16 luttakarar vóru við í fyrstu royndini av Meginskúla Fantasy League.

Fantasy League er eitt spæl stíla til ítróttaáhugaðar sálir – stórar sum smáar.


Kring alt Føroya land er áhugin fyri ensku Premier League sera stórur, og Sandoyggin er onki undantak hesum viðvíkjandi.


Fyri at skapa samanhald og hugna í Meginskúlanum, so blivu stig tikin at royna eina innanhýsis kapping, har næmingar og lærarar luttóku.


Fyri at gera kappingina meira spennandi, keypti skúlin eitt ferðasteyp, har vinnarin hvørt ár verður skrivaður á steypið.


Spenningurin um plássini var øgiligur, men ivi var ongin um, hvør fór avstað við fyrsta plássinum; William Sørensen fleyg avstað tíðliga í kappingini, og ongin livandi kjansur var hjá hinum luttakarunum at fáa hann aftur. Ikki bara fór hann avstað við steypinum her á skúlanum, men av 2346 luttakarum í Føroyum endaði hann á einum flottum 8. plássi.


Vit ynskja Williami hjartaliga til lukku við sigrinum og gleða okkum at geva honum skarpan gang um steypið, tá 2. kappingarár av Meginskúla Fantasy League verður skotið í gongd 12. september!

Næmingar og lærarar, ið vilja luttaka hetta kappingarárið, skulu nýta kotuna: ho28f9

Sí fleiri myndir