First Lego League 2020

11 nov 2020

Í vikuskiftinum luttók 6. flokkur á Sandoyar Meginskúla við tveimum liðum í First Lego League finaluni, Team Eva og Team Wall-e.

Liðini bæði hava arbeitt í tøttum samstarvi og leygardagin hugnaður næmingarnir sær óført, og gjørdu sítt allar besta. Team Eva gjørdist nr. 5 og Team Wall-e nr. 7 í robottkoyringini og Team Eva bleiv eisini tilnevnt at vinna tøkniprísin. Sjálvt um tað ikki bleiv til nakað steyp hesaferð, so eru tey øll vinnarar. Næmingarnir hava skrivað tvær granskingarverkætlanir, tvær uppgávur um kjarnuvirðir og tvær tøkniuppgávur og lagt alt hetta fram á finaludegnum. Og ikki at gloyma tað góða samanhaldi, sum er skabt millum næmingarnar. Ofta kann tað taka langa tíð at samansjóða 6. flokk, men við at arbeiða við First Lego League, haldi vit, at vit longu nú hava megnað hetta rættiligani væl. Vit herja á aftur næsta ár. 

Si fleiri myndir her