“Jól í sóttarhaldi”

17 des 2020

Eins og undanfarin ár, so hava vit í Sandoyar Meginskúla havt eitt trivnaðarátak í vikuni framman undan jólum. Í døgunum 14. til 18. des. hevur skúlin verið umskapaður við ymiskum verkstøðum. Hesi hava verið jólakafé, filmsgerð, træsmiðja, málningalist, handverk- og list og skapandi leiklist.

Her hevur verið rokan í fjøruni. Næmingar og lærarar hava fingið nógv av skafti í verkstøðunum. Stuttligt at síggja næmingarnar hugsavna seg, har tey hava virkað, og nú síggja, hvussu nógv tey hava fingið burturúr. Tað hava verið nakrir góðir dagar.
Í ár vísa vit myndir og filmsbrot frá døgunum á heimasíðuni, nú tað ikki ber til at hava árliga tiltakið fyri foreldrum og avvarðandi.
 
Við ynskjum við eina góða og hugnaliga høgtíð,
Starvsfólk í Sandoyar Meginskúla.