Kunning frá leiðsluni
Fyrst av øllum gott nýggjár, takk fyri tað farna og øll góð ynski um tað komandi. So er skúlin byrjaður aftur, og onkur er kanska stúrin, nú smittutalið í landinum er høgt. Hóast høga smittutalið, so metir heilsufakligi myndugleikin, at tamarhald er á støðuni, og at tað er ráðiligt, at skúlagongdin heldur fram eftir sama leisti sum undan jólum. Tískil eiga vit at minna okkum á aftur tey tilmæli, sum Undirvísingarstýrið og Corona.fo vísa á: • Frástøða og handreinføri eru sera týdningarmikil. • Vit eru í teimum bólkum, sum vit eru í, sum eru flokkurin og árgangurin. • Børn, sum vísa sjúkutekin, eiga at vera heima við hús og ikki koma í skúla. • Onnur enn næmingar og starvsfólk eiga ikki koma inn í skúlan.
Blíðar heilsanir Jacqueline Benzon