Virkin Sandoyggj

19 mar 2021

Vit bjóða næmingum til kapping í at “VEIÐA FET”. Kappingin verður millum allar flokkar í Sandoyar Meginskúla.

Hvønn morgun verður skrivað niður, hvussu nógv fet eru gingin dagin fyri. Byrjað verður at skriva mánamorgunin 22.03.21, hvussu nógv er gingið sunnudagin.

Hesar dagar kunnu næmingar nýta telefonina til at telja fetini. Hon kann vera í lummanum í skúlatíðini.

Kappingin endar fríggjadagin 26.03. Tann flokkurin, ið hevur hægsta miðaltalið fyri hvønn næming, fær eina gávukurv. Tann næmingurin, ið hevur veitt flest fet, fær eitt gávubræv. Vinnararnir verða kunngjørdir fríggjadagin.

Við vón um góða veiðu!