Ítróttadagurin fríggjadagin 07.05.21

6 mai 2021

Góðu foreldur og næmingar! Fríggjadagin skipar næmingaráðið fyri ítróttadegi fyri øllum næmingum á Sandoyar Meginskúla.

Góðu foreldur og næmingar!
Fríggjadagin skipar næmingaráðið fyri ítróttadegi fyri øllum næmingum á
Sandoyar Meginskúla.


Vit byrja dagin klokkan 08:00, har tey fáa frágreiðing um ymisku leikirnar. Tá
hetta er liðugt, verða næmingarnir býttir upp í nýggju ymisk lið, har hvørt lið hevur
sín egna lit. Meginskúlin hevur latið øllum næmingum eina blusu, ið íðkast skal í.
Blusuna eigur næmingurin. Hon kann brúkast privat, men hon skal eisini brúkast til
komandi ítróttadag, ið vit ætla skal verða eitt árligt tiltak.


Tá dagurin er komin at enda, so verður ein vinnari funnin og verður tað liðið
ítróttadagsmeistari til ítróttadagin komandi skúlaár, har aftur ein vinnari skal
finnast.


Næmingarnir fáa ein lit, og tey hava tann litin, so leingi tey eru næmingar í
Meginskúlanum. Hetta við litunum er ætlað at byrta ein kappingarneista, men eisini
at samansjóða næmingarnar, so allir flokkar koma at kennast.


Skúlin bjóðar døgurða hendan dagin, so ikki er neðugt at hava matpakka við.
Leikirnir verða á fótbóltsvøllinum, í skúlagarðinum og í ítróttahøllini, so
týdningarmikið er at hava hóskandi klæðir til allar leikirnar: ítróttaklæði,
uttandurða ítróttaskógvar og innandurða ítróttaskógvar.


Næmingar hava møtiskyldu og luttøkuskyldu.

Vinarliga
Næmingaráðið í Sandoyar Meginskúla

Skrá:
Kl 8:00 Skúlastjórin bjóðar vælkomin
Kl 8:10 Formaður næmingaráðsins greiðir frá um dagin
Kl 8:20 Liðini verða gjørd
Kl 8:40 Leikirnir byrja
Kl 11:40 Døgurði
Kl 12:10 Leikirnir halda fram
Kl 13:10 Vinnarin skal finanst
Kl 13:30 Bussarnir koyra næmingarnar heim