Vit takka næmingaráðnum fyri ein sera væl eydnaðan ítróttadag!

16 mai 2021

Næmingaráðið á Sandoyar Meginskúla skipaði í viku 18 fyri ítróttadegi, har bæði næmingar og lærarar kappaðust í flogbólti, kurvabólti, fóttennis, fótbólti, stafettrenning, togtogan, kríggi og rundbólti.

Liðini vóru samansett við minst tveimum úr hvørjum flokki, og øll fingu fagurlittar liðblusur at spæla í.
Kappast varð av øllum alvi, og her eru vinnararnir:


1.     virðisløn: Lilla og appilsingult lið
2.     virðisløn: Gult lið
 
Á middegi fingu næmingarnir døgurða, ið skúlastyrislimir høvdu gjørt.
 
Takk fyri ein avbera stuttligan og væl fyriskipaðan dag!

Sí fleiri myndir við at klikkja her