Kunning 07-10-21

7 okt 2021

Góðu foreldur 7. fl. og 8. fl. skulu vera í sóttarhaldi í 10 dagar. 7. fl. eru kannað fríggjadagin 1. oktober, mánadagin 4. oktober og hósdagin 7.oktober. Sóttarhaldið er 10 dagar frá síðstu kontakt.

Tað vil siga at tey, ið vóru í skúla hósdagin 28. september skulu eisini kanna seg fríggjadagin 8. oktober og vera í sóttarhaldi til og við leygardagin 9. oktober.

7. fl. møtir í skúla eftir heystfrítíðina mándagin 18. oktober.

 

8.fl. eru kannað fríggjadagin 1. oktober, mánadagin 4. oktober, mikudagin 6. oktober og fríggjadagin 8. oktober. Sóttarhaldið er 10 dagar frá síðstu kontakt tvs. til og við leygardagin 9. oktober.

8. fl. møtir í skúla eftir heystfrítíðina mándagin 18. oktober.

Hvussu man ber seg at tá man er í sóttarhaldi kann lesast her: https://corona.fo/sottarhald?_l=fo

 

6. fl., 9.fl. og 10. fl., sum ikki eru rakt av sóttarhaldinum, eru kannað fríggjadagin 1. oktober og aftur mánadagin ella týsdagin (4. oktober ella 5.oktober) og (6. oktober ella 7.oktober).

Um tey fáa sjúkueyðkenni, skulu tey halda seg heima og testa seg skjótast gjørligt.

Um positiv kanning vísir seg, vinaliga sigið skúlanum frá beinavegin.

 Vit vilja eisini minna tykkum á almennu tilmælini:

· Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki    hevur atgongd til vatn og sápu.

· Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.

· Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.

· Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.

· Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.

· Minst til altíð at halda frástøðu.

· Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.

· Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.