KUNNING VIKA 47 22. NOV. 21

14 nov 2021

Vit fara at heita á tykkum um at minnast til tey almennu tilmælini!

ALMENNU TILMÆLINI UM REINFØRI OG SOSIALA SAMVERU

·       Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu. 
·       Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
·       Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
·       Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
·       Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
·       Minst til altíð at halda frástøðu.
·       Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava. 
·       Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Um næmingar fáa sjúkueyðkenni skulu tey halda seg heima og kanna seg skjótast gjørligt. Um positiv kanning vísir seg, vinarliga sigið skúlanum frá beinavegin.

Er tú ikki koppsett/ur ella hevur havt koronu og hevur verið í sambandi við smittaðan persón, SKAL tú 10 dagar í sóttarhald og lata teg kanna 2., 4., 6. og 10. dag áðrenn komið verður aftur í skúla.
 

 
Blíðar heilsanir

Sandoyar Meginskúli