Lektiukafé

16 feb 2022

Skúlating fyri heima? Okkurt, sum er trupult, og sum tit ikki ordiliga skilja? Kom í lektiukafé mikudag kl. 13.30 - 15.00 í stovu 101 og 102. Vit gleða okkum at hjálpa tykkum. Síggjast! Byrjað verður 19.10.22.

Vit í Sandoyar meginskúla fara nú at bjóða næmingum at fáa hjálp við skúlatingum ein dag um vikuna. Vit eru sera spent um, hvussu hetta tilboðið verður móttikið. Vónandi taka fleiri næmingar av tilboðnum.

Tað verður skipað soleiðis, at arbeitt verður í tveimum hølum. Eitt høli verður til málsligu lærugreinirnar og eitt til støddfrøði. Um tørvur er á teldum, so hava næmingarnir atgongd til teirra skúlateldur og annars tey amboð, ið skúlin eigur.

Tað er týsdagar, at Oddvør Johannesen og Eir Páldóttir vera tøkar at hjálpa næmingum við vanligum skúlatingum og serligum uppgávum. Tær eru her frá kl. 13.30 til kl. 15.00, tá bussar koyra frá skúlanum.

Um spurningar eru, vinaliga setið tykkum í samband við skúlan.