Spennandi brævbjálvi
Í januar í ár vóru tað 50 ár síðani Hennara Hátign, Drotning Margreta II, tók við sum drotning. Tað varð hátíðarhildið á ymsan hátt í danska kongaríkinum. Her í Sandoyar meginskúla varð sjóneykan eisini sett á hendan stóra dag. Næmingarnir í 7.flokki arbeiddu í donskum við at skriva Margretu drotning eina heilsan. Tað gjørdu tey við at skriva nøkur orð á eitt kort og prýða tað. Hesar heilsanir sendu tey Hennara Hátign. Í gjár lá ein fínur brævbjálvi í postkassa skúlans. Hesin er prýddur við einari krúnu og undir henni stendur Amalienborg. Saman við næmingunum í 7.flokki læt lærari teirra í donskum brævbjálvan upp í morgun. Í har lá eitt bræv við einari takkarkvøðu fyri tær vøkru heilsanir og tekningar, ið sendar vóru Drotning Margretu, á hennara serliga degi.