Ítróttadagurin hósdagin 12.05.21

11 mai 2022

Góðu foreldur og næmingar! Aftur í ár skipar Næmingaráðið fyri ítróttadegi fyri øllum næmingum á Sandoyar Meginskúla.

Vit byrja hósmorgunin klokkan 08:00, har tey fáa frágreiðing um ymisku leikirnar. Tá hetta er liðugt, verða næmingarnir býttir upp í níggju ymisk lið, har hvørt lið hevur sín egna lit.

Meginskúlin hevur latið øllum næmingum eina blusu, ið íðkast skal í.
Blusuna eigur næmingurin. Hon kann brúkast privat, men hon skal eisini brúkast til komandi ítróttadagar, ið er eitt árligt tiltak.

Næmingar skulu taka blusuna við í skúla hendan dagin!

Tá dagurin er komin at enda, verður ein vinnari funnin og verður tað liðið
ítróttadagsmeistari til ítróttadagin komandi skúlaár, har aftur ein vinnari skal
finnast.

Næmingarnir fáa ein lit, og tey hava tann litin, so leingi tey eru næmingar í
Meginskúlanum. Hetta við litunum er ætlað at birta ein kappingarneista, men eisini at samansjóða næmingarnar, so allir flokkar koma at kennast.

Skúlin bjóðar døgurða hendan dagin, so ikki er neyðugt at hava matpakka við.
Leikirnir verða á fótbóltsvøllinum, í skúlagarðinum og í ítróttahøllini, so
týdningarmikið er at hava hóskandi klæðir til allar leikirnar: ítróttaklæði,
uttandura ítróttaskógvar og innandura ítróttaskógvar.

Næmingar hava møtiskyldu og luttøkuskyldu.
Vinarliga

Næmingaráðið í Sandoyar Meginskúla

 

Skrá:
Kl 8:00 Skúlastjórin bjóðar vælkomin
Kl 08:10 Formaður næmingaráðsins greiðir frá um dagin
Kl 08:20 Liðini verða gjørd
Kl 08:40 Leikirnir byrja
Kl 11:40 Døgurði
Kl 12:10 Leikirnir halda fram
Kl 13:10 Vinnarin skal finnast
Kl 14:00 Bussarnir koyra næmingarnar heim