Enn ein væleydnaður ítróttadagur farin aftur um bak!

16 mai 2022

Árligi ítróttadagurin á Meginskúlanum, sum Næmingaráðið skipaði fyri, varð hildin hósdagin 12. mai.

Næmingarnir vóru væl umboðaðir við níggju liðum og lærararnir høvdu eitt lið.


Dagurin byrjaði við, at skúlastjórin, Jacqueline Benzon, og formaður Næmingaráðsins, Óli á Reynatúgvu, bjóðaðu vælkomin og greiddu frá degnum. Eftir hetta fóru øll at íðka.


Fyrrapartin var kurvabóltur, stikkbóltur, fótbóltur, rundbóltur, kríggj og flogbóltur á skránni. Liðini dystaðust hvørt ímóti øðrum í skiftandi samansetingum.


Klokkan 11:40 bjóðaði Skúlastýrið døgurða, har eldsálir høvdu matgjørt og borðreiddu við milliónbúffi og skrúvum. Hetta kom sera væl við hjá troyttu íðkarunum.


Seinnapartin fóru øll liðini niðan á vøllin, har kappast bleiv í stafettrenning og togtogan.

Hendan løtan á vøllinum lýsti væl stríðsviljan hjá íðkarum, tí hóast grimdarregn, so hildu øll seg framat og pressaðu tað síðsta tey áttu, áðrenn tey fingu eitt væl uppiborið longt vikuskifti.

Áðrenn farið var heim, hittust vit øll í Niðristovu, har takkað varð fyri dagin, og vinnandi liðini blivu kunngjørd.

Úrsliti gjørdist hetta:
Nr.1 Lillaða liðið           8 stig
Nr.2 Ljósabláa liðið       6 stig
Nr.3 Turkis liðið            5 stig
 
Næmingaráðið vil saman við starvsfólki á Meginskúlanum takka næmingum, Skúlastýri og øðrum, at tey vóru við til at gera henda dagin so hugnaligan, spennandi og stuttligan, sum hann varð.

Stuttligt var at síggja, hvussu allir næmingar stríddust fyri at fáa dagin væleydnaðan, har tey tóku sær av hvørjum øðrum og stuðlaðu, um tað ikki gekk so væl. Hetta er tað, ið skúlaskapur og ítróttur snýr seg um, og vit øll kunnu gleðast um tann raska og fitta ungdóm, ið vit øll eiga!
 
Eitt er so vist; hetta fer framvegis at verða eitt afturvendandi tiltak!

Fleiri myndir við at klikkja