HOLODOMOR

27 jan 2023

Holodomor verður evni á holocaustdegnum

Fríggjdagin 27. januar verður holucaustdagur hildin í Fuglafjarðar skúla. Tá er altjóða minningardagur fyri Holocaust og onnur fólkadráp, sum ST hevur ásett. Tiltakið verður stroymt á Sandoyar Meginskúla.

Nám og Amnesty International, Føroya deild, skipa fyri degnum, sum er fyri hádeild, eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar.

Í ár er evnið Holodomor, ið merkir hungursdráp. Tað sipar til eina hending, ið fór fram í núverandi Ukraina 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og fleiri milliónir lótu lív.

Altjóða Holocaust dagin er skráin løgd eftir, at næminganir fáa innilit í Holodomor, og samstundis verður varpað ljós á, um samanhangur er millum Holodomor og kríggið í dag.