Berin 20 ár og #VirkinSandoyggj

1 mar 2023

Aftur í ár skipa vit fyri stuðulsrenning. Hesaferð verður stuðulin latin Beranum.

Í ár eru tað 20 ár síðani, at felagið Berin varð stovnað. Í samband við stóru landsinnsavningina í sjónvarpinum sunnukvøldið 05. mars, skipar Sandoyar meginskúli fyri stuðulsrenning fram við Sandsvatni hósdagin 02. mars 2023 frá kl. 08.45-11.45.

Upphæddin, ið næmingarnir savna saman, fer til at stuðla virkseminum hjá Beranum. Endamálið við landsinnsavningini er at savna pening inn, soleiðis at Berin kann økja um virksemi og halda á fram at hjálpa teimum, ið hava tørv á tí.

Vit renna/ganga so nógv, sum vit orka hesar 3 tímarnar. Til ber at stuðla uppá tveir mátar: antin oyru fyri meturin ella fasta stuðulsupphædd.

Dømi: gevari játtar at gjalda 2 oyru fyri meturin, og rennarin rennur 6000 m. Harvið verður upphæddin 6000*0,02 kr. = 120,00 kr.

Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlanum. Ynskir tú at stuðla næmingunum, flyt so eina upphædd á konto 6460-4966106, ið er kontoin hjá næmingaráðnum í skúlanum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at stuðla.

Tiltakið er tvinnað saman við #VirkinSandoyggj, og í tí sambandi kemur Fólkaheilsuráðið á vitjan kl.12.

Øll eru hjartaliga vælkomin at stuðla.

Vit gleða okkum til dagin.