GÓÐIR MIÐLAVANAR - Felags foreldrafundur í 6. og 7. fl.

9 mai 2023

Mánadagin 15. mai 2023 kl. 18.00-20.00 á Sandoyar Meginskúla.

Miðdeild_SSP_Innbjodingar_til_foreldrafund_Góðir_miðlavanar-kopi 2.docxSosialir miðlar og spøl fylla meira og meira hjá børnum í dag, og vilja vit bjóða tykkum á ein felags foreldrafund, har tosað verður um áskoðarnir, hugskot og sosialu samveruna í 6. og 7. fl. í einum talgildum høpi.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, leggur fyri.

Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá børnunum, vitjar hon tey fyrr á degnum.

Børn hava brúk fyri, at foreldur tosa saman, og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka.

Vinarliga gevið flokslærarunum boð, um tit koma ella ikki.