Ítróttardagur 2023

11 mai 2023

Næmingaráðið skipar fyri ítróttardag. Øll møta kl 8.00 - uml.kl.13.00. Ábit verður!

Góðu foreldur og næmingar!
Fríggjadagin skipar næmingaráðið fyri ítróttadegi fyri øllum næmingum á
Sandoyar Meginskúla.

 Vit byrja dagin klokkan 08:00.
 Tá dagurin er komin at enda, so verður ein vinnari funnin og verður tað liðið
ítróttadagsmeistari til ítróttadagin komandi skúlaár, har aftur ein vinnari skal
finnast.

Skúlin bjóðar døgurða hendan dagin, so ikki er neðugt at hava matpakka við.
Leikirnir verða á fótbóltsvøllinum, í skúlagarðinum og í ítróttahøllini, so
týdningarmikið er at hava hóskandi klæðir til allar leikirnar: ítróttaklæði,
uttandurða ítróttaskógvar og innandurða ítróttaskógvar.

 

Næmingar hava møtiskyldu og luttøkuskyldu.

Vinarliga
Næmingaráðið í Sandoyar Meginskúla

Skrá:
Kl. 8.00 Morgunsang
Kl 8:15 Leikirnir byrja
Kl 11:40 Døgurði
Kl 12:45 Vinnarin skal finanst
Kl uml. 13.00 Bussarnir koyra næmingarnar heim