Næmingar í 7. flokki hava staðið C-royndina

14 mai 2024

7. mai var C-royndin í svimjing staðin.

Royndin inniber:

  • Bringusvimjing 100 m
  • Lág ryggsvimjing 25 m
  • Bjargingarsvimjing við javnaldra 10 m
  • Kunnleika um upplívgan
  • at svimja undir kavi 5 m
  • at stoyta seg útí eftir luti á 2-3 m dýpi
  • ryggcrawl 25 m

 

Teir, ið hava staðið c-royndina eru frá vinstru: Herman, Hjalti, Rian Rógvi, Fróði og Sólbjørn.

Jonathan Warner er svimjilærari og hevur havt royndina við teimum.