Skúlagongdin komandi viku
Góðu foreldur
Boðini frá skúlamyndugleikunum í sambandi við íkomna verkfallið eru, at skúlagongdin verður ikki niðurløgd. Tó er álagt leiðsluni at tillaga skúladagarnar soleiðis, at avbjóðingin við manglandi reingerð ikki veksur seg størri enn neyðugt. Tí verður skúlagongdin frameftir stytt, soleiðis at dagarnir enda kl. 11.20. Eingin matarsteðgur verður. Hetta er galdandi so leingi, sum onnur boð ikki verða givin. Leiðslan er í samskifti við m.a. heilsumyndugleikar fyri at fáa vegleiðing um, hvussu vit á bestan hátt kunnu fylgja boðunum frá skúlamyndugleikunum.
Skrivlig próvtøka 2024: Skrivligu próvtøkurnar hjá 9. og 10.fl. verða sum ætlað frá mikudegnum 22.05.24 til og við 27.05.24.
Skúlabussurin: Um broytingar eru, so verður kunnað um tað á heimasíðuni hjá Sandoyar Meginskúla