Spæliliðið á skeið í Havn
Spæliliðini í oynni hava verið í Skúlanum við Løgmannabreyt
11. september vóru øll spæliliðnum á skeiði í Skúlanum við Løgmannabreyt saman við øðrum spæliliðum kring landið. Her hava tey m.a. lært seg nýggj spøl, og hvat tað inniber at skipa fyri slíkum spølum við nógvum næmingum.
Spæliliðini í Sands skúla og Skopunar skúla vóru eisini við á skeiðinum, og vóru vit so heppin, at Skopunar kommuna vildi læna kommunubilin út til høvið, so tað gjørdist lættari hjá næmingunum og lærarum at ferðast aftur og fram.
Á Sandoyar Meginskúla hava vit eitt væl virkandi spælilið, hvørs uppgáva er at skipa fyri spæli í høllini eitt fríkorter um vikuna. Hetta er ein liður í at bøta um trivnaðin og fáa næmingar at vera rørsluliga virknir í fríkorterunum.
Tað eru næmingar úr 8. og 9. flokki, ið manna spæliliðið á Sandoyar Meginskúla.
Vit fegnast um, at Kristian Aksel, Armgarð, Silja og Tormóður hava átikið sær hesa uppgávu. :-)