Skeið í næmingaráðsarbeiði
Sum liður í næmingaráðsarbeiðinum skipaðu Nám og Undirvísingarstýrið fyri skeiði fyri næmingaráðum og avvarðandi starvsfólkum í døgunum 23. – 27. september 2024. Dagurin var fyltur við stuttligum og ítøkiligum amboðum til næmingaráðsarbeiðið. Bæði til næmingarnar og tey vaksnu at brúka. Skeiðið fevndi um styttri framløgur um barnarættindi og amboð til at skipa gott, trygt og meiningsfult næmingaráðsarbeiði. Anne Mette Friis, fyrrverandi aðalskrivari í UNISEF Danmark og við drúgvum royndum innan økið, skipaði dagin saman við Nám og Undirvísingarstýrinum. Meira kann lesast um Anne Mette niðanfyri.
25. september luttóku næmingaráðini í skúlunum í oynni á hesum skeiði í, sum hendan dagin var hildið í Runavík.
Vit vóru væl umboðaði við næmingum, lærarum, foreldrum og skúlastýrislimum.