Tryggari internetdagur

1 okt 2024

Hósdagin 3. oktober fara 7., 8. og 9. flokkur til Havnar

Góðu foreldur

Hósdagin fara vit til Havnar til tiltakið: Tryggari internetdagur, ið SSP skipar fyri.

Tiltakið verður í høllini á Hálsi. Endamálið við tiltakinum er at styrkja talgildisbúgvingina millum ung í Føroyum. Evnið í ár er: Vitlíki - snilt, men er tað altíð snilt?
Vit møta sum vanligt í Meginskúlanum kl 8.00., har bussurin koyrir okkum til Havnar og heimaftur, tá ið tiltakið endar kl. 12.00

Eingin undirvísing verður eftir tiltakið. Um onkur ikki skal suður aftur við bussinum, mugu foreldur geva flokslæraranum boð um hetta. 

Teir næmingar, ið eiga eina snildfon, kunnu taka sína við á degnum. Tær skulu nýtast til at svara spurningum frá fyrilestrarhaldarum. 

Vit gleða okkum til ein spennandi dag. 

 

Skráin fyri dagin sæst á: https://ssp.fo/tid/