Skúlarenning fríggjadagin 11.10.24 kl.8

9 okt 2024

Skúlarenning 11.10.24

So er aftur tíð at finna renniskógvarnar fram!

Fríggjadagin 11. oktober verður árligi rennidagurin á Sandoyar Meginskúla.

Allir næmingar møta til morgunsang í Niðristovu kl. 08.00.

9. flokkur skipar fyri upphiting áðrenn farið verður at renna.

Tá næmingarnir eru lidnir at renna, fáa teir okkurt søtt undir góman.

Dagurin endar kl. 12.

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt ansni hetta tíðarskeiðið.