Eir í starvsvenjing

19 okt 2024

Eir Pálsdóttir byrjar í starvsvenjing á Sandoyar Meginskúla

Mánadagin 21. oktober byrjar Eir í starvsvenjing og verður á skúlanum í 4 vikur.

Hon kemur at undirvísa í føroyskum í 6., 7., 8. og 9. flokki. 

Eir gongur á 4. ári á læraraskúlanum og hevur føroyskt, støddfrøði og landafrøði sum linjugreinalestur. 

Eir hevur starvast eitt ár á Meginskúlanum, skúlaárið 2023/24, og eru vit fegin um, at hon kemur í starvsvenjing hjá okkum. 

Vit ynskja at taka væl ímóti Eir.