Næmingaráðstiltak 20. november
Barnaverkætlanin bjóðaði til barnarættindadag í Norðurlandahúsinum
Umboð úr næmingaráðnum á Sandoyar meginskúla luttóku.
Stutt um Barnaverkætlanina
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur saman við
landsstýrisfólkunum í Heilsumálaráðnum, Løgmálaráðnum, Almanna- og
mentamálaráðnum og formansskapinum í Kommunufelagnum, tikið stig til at orða eina
framskygda visión um at skapa bestu karmarnar um eitt gott lív hjá børnum og ungum í
Føroyum.
Partarnir eru samdir um at virka í felag fyri at finna loysnir, sum kunnu sameina tænastur
og veitingar, sum verða veittar børnum og ungum, til tess at tey kunnu hava viðburð og
trivnað. Partarnir ásanna eisini, at økt samstarv er neyðugt fyri at tryggja, at børn og ung
kunnu verða sett fremst í tænastuveitingunum, og fyri at vit kunnu hava eitt
barnavinarligt samfelag.
Barnarættindi og fólkaræði
Barnarættindadagurin verður hildin 20. novembur, fyri at hátíðarhalda, at Altjóða
Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðunum (ST) varð undirskrivaður henda dagin í
1989.
Yvirskipaða endamálið við Barnarættindadegnum er at geva næmingaráðsumboðunum
ein virknan leiklut í okkara fólkaræði. Tí ynskja vit at vísa á rættindini í
Barnasáttmálanum og týdningin av, at tey brúka sína rødd til at fáa ávirkan á viðurskifti,
ið eru viðkomandi fyri tey.
Barnarættindasáttmálin, sum er ST-sáttmálin um barnsins rættindi, er ein
týdningarmikil avtala millum lond, sum hava lovað at verja rættindi barnanna.
Barnarættindasáttmálin greiðir frá, hvat eitt barn er, øllum teirra rættindum og ábyrgdini
hjá stjórnunum. Øll rættindi hanga saman, og tey eru øll eins týdningarmikil. Rættindini
kunnu ikki verða tikin frá børnunum.
Vit síggja fyri okkum, at Barnarættindadagurin verður hildin á hvørjum ári, so at børnini
støðugt verða kunnað um og læra meira um Barnarættindasáttmálan og síni rættindi.
Høvuðsevnið fyri dagin 20.11.2024 er grein 12 í barnarættindasáttmálanum: Virðing fyri
meiningum hjá børnum.
Grein 12:
1.) Luttakaralondini skulu tryggja einum barni, sum er ført fyri at orða síni egnu
sjónarmið, rættin til frítt at greiða frá hesum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum
hava samband við barnið; dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið í samsvari við
aldurin á barninum og hvussu búgvið tað er.
2.) Við atliti at hesum skal barnið serliga fáa høvi til at koma til orðanna í einari og hvørjari
viðgerð av málum við dóms- ella fyrisitingarmyndugleika, sum viðvíkja barninum,
annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum eitt umboð ella ein hóskandi stovn, og skal tað
gerast í samsvari við mannagongdir, sum eru ásettar í tjóðarrætti.
Endamálið við degnum er, at børnini skilja meira um, hvat barnarættindi eru, at tey
kunnu forvitnast í, hvat tað merkir at úttrykkja seg, og fáa roynt seg í at úttrykkja seg og
koma við sínum sjónarmiði.