1. hjálparskeið í 8. fl.
20 feb 2025
7. februar fingu næmingar í 8. flokki undirvísing í fyrstuhjálp. Skeiðið var 3. t. Talan er um eitt samstarv millum Undirvísingarstýrið, Reyða Kross og Betri Stuðul. Børn í hesum aldrinum eru nom, og tey eru nóg búgvin til at taka ábyrgd í eini álvarsamari støðu. Tey gerast støðugt meiri sjálvbjargin og taka lut í nógvum ymsum sosialum samanhangum. Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey hjálpa øðrum, um illa vil til. Hetta er sostatt ein gáva til einstaka næmingin, men er hetta eisini ein íløga í eitt hægri trygdarstig í øllum samfelagnum. Tess fleiri, ið duga fyrstuhjálp, tess tryggari eru vit jú øll.