Komandi 6. flokkur vitjaði á skúlanum
13. mai vitjaðu 5. flokkarnir í oynni á skúlanum saman við AKT-lærarunum.
Næmingar, sum ganga í 5. flokki, hava verið og vitjað skúlan. Hetta er fyrstu ferð tey eru saman sum ein flokkur. Tey hava fingið rundvísing á skúlanum, hava bakað saman í køkinum umframt at royna eitt fríkorter á skúlanum saman við øllum hinum næmingunum. Tá ið skúlagongdin var liðug tóku tey bussin heim, sum vanligt er, tá ið ein gongur í Meginskúlanum.
Fyri at samansjóða og gera skúlaskiftið lættari hjá næmingunum møtast tey nakrar ferðir í barnaskúlunum, meðan tey ganga í 5. flokki. Tey vitja á Meginskúlanum, og so verða tey, saman við foreldrunum, boðin inn til ein kunnandi fund beint fyri summarsteðgin.
Vit gleða okkum at taka ímóti flokkinum eftir summarfrítíðina.