Ítróttardagurin

14 mai 2025

14.05.25 var árligi ítróttardagurin á skúlanum. Í ár kappaðust næmingarnir floksvís. Hvør flokkur hevði sín lit, eitt flokshepp og so var farið út á postarnar at kappast. 9. flokkur gjørdist vinnari í ár. Eftir kappingina fóru næmingarnir at hugna sær á slip'n slide bananum, sum var vestan fyri skúlan. Gott lag, gott veður og ein sera væleydnaður dagur!