Kom og Les

24 jan 2020

Mánadagin 27. januar 2019 og 4 vikur fram verður lesiátakið “kom og les”. Átakið er fyri allar næmingar.

Endamálið er, at øll lesa í 30 min. um dagin, t.e. 15 min. í skúlanum og 15 min. heima.

Næmingarnir eru vælkomnir at læna bøkur á bókasavninum ella hava bøkur við heimanífrá. Næmingarnir kunnu lesa føroyskar, danskar og enskar bøkur.

Heitt verður á foreldrini, um at taka væl undir við tiltakinum, og lesa saman við barninum í 15 min. um dagin.

Tað er umráðandi, at næmingarnir altíð hava bøkurnar til “kom og les” við í skúla.

Í skúlanum verður tiltakið skipað á tann hátt, at kl. 9.15  hvønn morgun verður ringt til lesiløtu. Tá fara allar hurðar upp, og øll seta seg at lesa.

 

Sandoyar Meginskúli