Týskt til 21.04.20. Hyggið eftir hesum YouTube brotinum. Tá ið tit hava hugt at øllum venda tit aftur til fyrsta `grøna` kamarið. So spæla tit ein setning ísenn, trýsta á pausu og skriva niður. Tað gera tit við allan tekstin í grøna og lilla kamarinum. Hava tit møguleikan at lesa tekstirnar saman við øðrum næmingi um netið, kunnu tit gera tað. Um tað ikki ber til, so skulu tit lesa og "sprota" sjálvi, so tit læra nøkur nýggj orð og vendingar.

Uppgávan er fullførd, tá ið tit hava sent mær mynd av hondskrivaðu tekstunum á Messengar. Vh. Róin

https://www.youtube.com/watch?v=y1zlO1ezf5M

Týskt 28.04.20

Lurta eftir fyrra videobrotinum einaferð!

Lurta aftur og skriva tekstin niður. Ger striku undir orð tú ivast í og sprota tey!

Lurta aftur eftir tekstinum og royn serliga at minnast orðini tú gjørdi striku undir!

https://www.youtube.com/watch?v=E0lf_8mezhc

Tak mynd av tekstinum og send mær hann á Messenger!

Neu in Berlin (Nýggj/ur í Berlin)

Hygg at seinna brotinum og til egi undirhald. Hygg gjarna meir enn einaferð!