Førleikastovan í Sandoynni
Skálavíkar skúli, Sands skúli, Skopunar skúli og Sandoyar Meginskúli samstarva um eina felags førleikastovu fyri oynna. Førleikastovan virkar eftir kunngerðini um førleikastovur, ið varð sett í gildi 1.august í 2019.
Uppgávan er:
- at samskipa og gagnnýta servitanina, og harvið menna eitt gott læruumhvørvi við góðum námsfrøðiligum amboðum og mannagongdum.
- at vegleiða og ráðgeva lærarum í fakligum, námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum spurningum.
Førleikastovan samskipar námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlunum. Eisini er førleikastovan við til at menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlunum og miða verður eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt.
Málið er, at skúlaumhvørvið er næmingalagað og innkluderandi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra og fáa høvi at verða virknir í felagsskapinum.
Tey, ið manna førleikastovuna, eru:
Poula Hentze, leiðari, serlærari og orðblindalærari
Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, støddfrøðivegleiðari
Elin Højsted, lesivegleiðari
Anna Johnleyg Hentze, AKT-lærari
Mary-Ann J. Anthoniussen, AKT-lærari
Onnur starvsfólk skúlans eru knýtt at førleikastovuni í samband við ávísu málini, ið arbeitt verður við og tørvin hjá einstaka næminginum og/ella flokkinum.