Góð ráð.
Góð ráð til foreldur
- Tak bøkurnar úr taskuni og upp á borðið hvønn dag.
- Vís veruligan áhuga fyri barnsins arbeiði - ikki bara um og tá ið barnið hevur fyri.
- Royn at hava positivan hugburð til skúlan.
- Heldur tú, at okkurt er, sum ikki er í lagi, tosa so við skúlan - ikki gjøgnum barnið ella meðan barnið hoyrir.
Skúlin væntar at barnið:
- dugir at vera saman við øðrum og at vísa fyrilit fyri øðrum
- vísir fólkaligan atburð
- er væl fyri og ført fyri at taka ímóti undirvísing, tvs. at tað er úthvílt og hevur etið - ella hevur ein bita við sær møtir til tíðina
- er fyrireikað, tá ið tað kemur í skúla
- hevur bøkur og amboð við sær
At foreldur:
- fylgja við tí, ið barnið arbeiðir við og stuðla barninum í arbeiði sínum
- vísa virðing fyri arbeiði og arbeiðstíð barnsins, soleiðis at frítíðir og annað verður lagt uttan fyri skúlatíð
Lærararnir hava drúgva útbúgving og í flestu førum eisini fleiri ára royndir, so helst er onkur orsøk til, at teir gera tað, teir gera. Men spyr á røttum stað, um tú ivast ella undrast á okkurt!
Um foreldur vilja koma í samband við lærara, er ynskiligt, at hetta verður gjørt fyri kl. 17.00.