Fyribyrgjandi heilsukanning hjá kommunulækna til børn í 1. og 9. flokki
Øll børn í Føroyum hava rætt til fyribyrgjandi heilsukanning hjá kommunulækna, tá ið tey fara í skúla, og tá ið tey fara úr skúlanum.
Hetta er liður í almenna tilboðnum til øll børn og ung í Føroyum um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Hetta tilboðið kemur afturat tilboðnum um heilsukanning hjá heilsufrøðingi.
Í lógini verður tilskilað, at børn og ung skulu fáa tilboð um níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna.
Børn undir skúlaaldur skulu fáa tilboð um sjey heilsukanningar, tríggjar teirra verða gjørdar, áðrenn barnið hevur fylt ár.
Børn og ung í skúlaaldri fáa tilboð um tvær heilsukanningar. Tann fyrra stutt eftir, at barnið er farið í skúla. Tann seinna stutt fyri, at barnið fer úr skúlanum. Í hesum sambandi hava øll børn í 1. og 9. flokki fingið kort heim við úr skúlanum har mint verður á hesa heilsukanningina.
Heitt verður á foreldur um at venda sær til kommunulæknan, og biðja um tíð til fyribyrgjandi heilsukanning.