Búmerkið hjá felagnum

Fríloyvi.

Her boða foreldur/verjar frá sjúku og/ella fráveru í skúlatíð.

Er næmingurin burturstaddur í upp til tveir dagar, boðar ein flokslæraranum frá fráveruni niðanfyri við at fylla teigarnar út og velja orsøk. Boðini verða tá send flokslæraranum umvegis teldupost.

Er næmingurin burturstaddur tríggjar dagar ella longur, verður fráveran fráboðað leiðsluni á skúlanum. Hetta verður gjørt við at velja orsøk: "Fríloyvi +3 dagar" niðanfyri. Fráboðari fær tá aftursvar umvegis teldupost.

Verður farloyvi játtað, verða tit vinarliga biðin um at fylgja við á heimasetningi skúlans. Hetta er fyri at tryggja skúlaskapin hjá barni tykkara.
Hendan áseting er heimilað í § 45, kap. 5 um undirvísingarskyldu í Fólkaskúlalógini.

Heitt verður á foreldur/verjar um, at ferðing fer fram í skúlafrítíðini.

§ 45. Leiðari skúlans ansar eftir, at allir teir næmingar, sum eru skrivaðir inn í fólkaskúlan, taka lut í undirvísingini, smb. § 55, 5. stk. Við kunngerð er ásett, at árliga skúladagatalið hjá næmingunum er 193.