Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um skúlan / Menningarætlan /
Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan.

At liva er at læra, at læra er at liva

Førleiki, fimi & framtíð

Sum almenni felagsskúlin í Sandoynni samansjóða og leggja vit undirvísing til rættis fyri næmingum í 6.-10. fl. Sambært endamáli fólkaskúlans, stremba vit eftir:

  • At stuðla næmingunum at mennast fakliga, sosialt og siðalagsliga.
  • At menna ein skúla, har virðing er fyri lærdómi og ymisleika.
  • At skapa eitt trygt læriumhvørvi, har næmingar  og lærarar fáa høvi at nýta síni evni, styrkir og hugflog

Virðisgrundalag skúlans

Okkara skúli virkar undir endamálsorðing fólkaskúlans, og vit leggja dent á hesi virði

  • Menning av førleikum og fimi
  • Ábyrgd og álit
  • Trivnað
  • Virðing fyri umhvørvinum

Trivnaðarætlan fyri Sandoyar Meginskúla

Tað er ein rættur hjá øllum at kenna seg trygg í skúlanum. Trivnaður er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum góðum læriumhvørvi.

Vit hava sett okkum hesi mál:

  • at øll trívast og kenna seg trygg
  • at øll vísa fyrilit, umsorgan og virðing fyri hvørjum øðrum
  • at øll taka ábyrgd av egnum gerðum
  • at menna sjálvsálit, sjálvsvirði og samstarvsevni  hjá hvørjum einstøkum næmingi
  • at menna samstarvið millum næmingar, lærarar, skúla og heim
  • at umstøðurnar á skúlanum eru mennandi bæði úti og inni

Hvussu arbeiða vit fram ímóti málinum?

Á skúlanum arbeiða vit í flokkunum m.a. við:

  • Samverureglum
  • Floksreglum
  • Floksinstími
  • Næmingasamrøðum
  • Skifta pláss
  • Skúlin arbeiðir alsamt við at hava samanhald, felagskenslu og trivna í hásæti.
  • Skúlin er telefonfríur skúli vísandi til skjal á heimasíðu
  • Skipanir, ið stuðla trivnaðinum

Afturvendandi tiltøk á skúlanum eru:

  • morgunsangur
  • spælilið
  • samstarv millum lærarar í flokstoymi
  • ársætlanir fyri skúla, flokk og fak
  • floksinstími
  • foreldrafundir
  • foreldraviðtalur
  • næmingasamrøður
  • næmingaráð
  • SSP átøk 
  • AKT átøk
  • sangløtur 
  • renningardagur
  • ítróttardag
  • kavadag
  • jólahald - vitjanir í nærumhvørvinum
  • felags føatalávintshald 
  • evnisvika
  • Listaleypurin
  • landsroyndareftirmeting saman við leiðslu, flokstoymi, foreldur og næmingi
  • síðsti skúladagur hjá framhaldsdeild
  • juniætlan fyri 6. og 7.fl.
  • útferð, seturskúli og námsferð 
  • skúlin bjóðar foreldur og avarandi inn til tiltøk
  • Kom og les-átak fyri allan skúlan 
  • Rudda Føroyar

Skipanir

Leiðsla, førleikastova, heilsusystir, SSP, AKT, næmingaráð, foreldraumboð í flokkunum, skúlastýrið, skúlasamband og UVS samstarva um ábyrgdina av trivnaðinum á skúlanum.

Reglur og ábyrgd

Skúlin hevur greiðar atferðarreglur, sum øll hava ábyrgd av at fylgja.

Sí skjal á heimsíðu

Leiðslan skal veita trygd fyri greiðum karmum, ið skapa tryggleika fyri allar partar.